| 1. deild byrjar aftur uppá venjingarnar - 26.07.2010 |
KÍ hevur hildið summarsteðg sum oddalið - 2 stig frammanfyri tey næstu liðini, sum eru TB og 07Vestur. 07Vestur hevur styrkt seg í steðginum og serliga styrkurin í Tór-Ingari Akselsen verður væntandi munagóður.
KÍ byrjar eftir summarsteðgin við dystum móti Víkingi og NSÍ á heimavølli og síðani móti botnliðnum B68 á útivølli. Hetta eigur at leggja eina sterka grund til seinnu hálvu við 9 stigum. Men hesin fyrsti dysturin móti Víkingi kann blíva truplari enn ein heldur. Víkingur spælur heimadyst móti FC Suðuroy 2. august og spæla síðani ikki aftur fyrr enn 15. august. Sostatt kunnu teir brúka allar leikarar undir 21 ár til KÍ dystin. Harafurat skal havast í huga, at teir hava styrkt hópin í summarsteðginum við fleiri leikarum og tað viðførir so aftur, at góðir leikarar ''detta'' niður á næstbesta liðið. Víkingur vann uppgerðina móti KÍ í Leirvík fyrr í ár og tá var greiður munur á liðnum, tó at nógvi vindurin spældi sín leiklut. |
| 0 Viðmerkingar |
Summarsteðgurin er nú av og í kvøld byrjar 1.deild aftur uppá venjingarnar. Fyrsti dystur er hósdagin á summarfestivalinum, tá Víkingur kemur á vitjan. Væntast kann, at Víkingur møtur upp við einum sterkum liði, tí Vodafone liðið hjá teimum spælur ikki nakran dyst tað vikuskifti.