U-19 og U-15 góð úrslit - U-17 ongan sigur - 21.07.2010

Øll ungdómslandsliðini hjá Føroyum hava verið uttanlanda og roynt seg í summar. U-19 og U-15 hava fingið góð úrslit og vunnið dystir, meðan U-17 landsliðið ongan dyst hevur vunnið.

 

Fyrst vóru øll í Newcastle á venjingarlegu, og seinni fóru U-17 og U-15 til kappingar í Aberdeen í Skotlandi.

 

Úrslitini hjá U-19 í Newcastle vóru:

Føroyar - Blanda lið úr Newcastle umráðnum 1-3 (Ivan Joensen skoraði)

Føroyar - Newcastle 2-1 (Sørmund Kalsø skoraði sigursmálið)

Føroyar - Middlesbrough 2-2

 

Úrslitini hjá U-17 í Newcastle vóru:

Føroyar - Blandað lið úr Newcastle umráðnum 1-1

Føroyar - Whitley Bay FC 0-3

Føroyar - Newcastle 1-5

 

Úrslitini hjá U-15 í Newcastle vóru:

Føroyar -Blandað lið úr Newcastle umráðnum 1-0

Føroyar - Wallsend Boys Club 0-2

Føroyar - Newcastle 0-7

 

 

Úrslitini hjá U-17 í Aberdeen vóru:

Føroyar - Birmingham 0-1

Føroyar - Ross County 0-2

Føroyar - Dundee United 2-2

 

Úrslitini hjá U-15 í Aberdeen vóru:

Føroyar - Falkirk 1-0

Føroyar - Tasta IL 10-0

Føroyar - Dundee United 2-0

 

Vit hava frætt, at Ivan Joensen og Sørmund Kalsø, sum báðir skoraðu, stóðu seg væl á U-19 landsliðnum. Annars er at fegnast um, at bæði U-19 og U-15 landsliðini fingu góð úrslit. U-17 landsliðið var einasta liðið, sum ongan sigur fekk, men vónandi verður tað betri næsta ár hjá teimum.

0 Viðmerkingar
HB VS.
2009-09-27
EB/Streymur VS. ÍF
2009-09-27
Víkingur VS. B36
2009-09-27
NSÍ VS. AB
2009-09-27
B68 VS. 07 Vestur
2009-09-27
Forritari Ragnar - Inrita
Brúkara navn:
Loyniorð: