| Ungdómsliðini liggja væl fyri - 11.07.2010 |
Unglingarnir hjá KÍ taptu steypafinaluna og liggja nr.2 í landskappingini. KÍ hevur bara mist stig í Runavík. Heldur KÍ hesi gongdini, so verður talan møguliga um finalu í Klaksvík 3.oktober, tá NSÍ vitjar.
Dreingjaliðið hjá KÍ er í steypafinaluni og liggur nr.3 í landskappingini. Endaumfarið í meistarabólkinum er byrjað og KÍ liggur 2 stig aftanfyri oddaliðið B36. Trupult er at meta um útlitini her, tí KÍ vísti seg sum eitt sera óstøðugt lið teir seinastu dystirnar áðrenn summarsteðgin.
Smádreingirnir hjá KÍ liggja nr. 2 í landskappingini. KÍ fekk 4 stig í teimum báðum fyrstu dystunum í endaumfarinum í meistarabólkinum. Í fyrru hálvu av meistarabólkinum endaði KÍ nr. 3. Úfrá fyrru hálvu verður trupult at røkka longri enn til bronsupláss, men í fótbólti gongur tað skjótt hvønn vegin.
Piltarnir spæla ikki um meistaraheitið í ár, men tey bestu feløgini hava sjálvi tikið stig til eina kapping, har endamálið er at finna besta liðið. Eftir sum kappingini ikki er undir FSF, so finst eingin stigatalva, men støðan hjá KÍ er tann, at liðið liggur á odda í tættari kapping við NSÍ og AB.
Samanumtikið kann man so siga, at KÍ liðini liggja væl fyri. Øll eru við, har tað er stuttligt at verða, men tað er bara summarsteðgur enn og nógv hart arbeiði liggur fyri framman, um úrslitini skulu verða eins góð ella betri, tá kappingini er liðug. |
| 0 Viðmerkingar |
Á manssíðuni er dreingjaliðið í løtuni tað liðið, sum liggur ringast fyri og teir liggja nr. 3. Øll hini liðini eru millum 2 tey ovastu. Vit hava hugt eftir, hvussu KÍ liðini liggja fyri, nú summarsteðgur er.