Seinasta summar vóru U17 og U19 genturnar í Íslandi á venjingarlegu, har tær leiktu nakrar venjingardystir móti íslendsku U17 og U19 liðunum. Bæði føroysku og íslendsku liðini vóru vælnøgd við hetta átakið, og varð tí gjørt av at royna hetta aftur í ár. Hesa ferð eru tað íslendsku genturnar, sum koma til Føroyar at leika dystir. Dystirnir verða leiktir í Klaksvík og Fuglafirði 24. og 25. juli.
Bjørn Krog og Jacob Thomsen hava úttikið hesar genturnar til U19 landsliðið:
Rakul M. Johannesen og Vár Højsted B36
Jakoba Sevdal og Ninna Davidsen B68/NSÍ
Sólja T. Eiðisgarð og Íðunn Magnussen EB/Streymur
Birita Mortansdóttir og Tórhild Holm HB
Ása K Thomsen og Sufía Purkhús KÍ
Birna Tummasardóttir og Mirjam D Frederiksberg Skála
Ansy Sevdal og Súsanna Norðgerð Víkingur
Katarina Saxov AB
Margit Magnussardóttir MB
Nelly Poulsen Varde IF (DK)
Bjarta O. Johansen TEAM VIBORG (DK)
Álvur Hansen og Magni Jarnskor hava úttikið hesar genturnar til U17 landsliðið:
Jónfríð Hansen, Ragna í Lambanum, Marta Thomsen og Vár Næs ÍF
Gunnrið F Joensen, Eyðvør Klakstein, Maria K Thomsen og Annika Petersen KÍ
Elsa Anna Mohr, Kristianna Balle og Elsa J. Johansen B36
Amanda Klein Olsen, Lea Reginsdóttir og Anna A. Brimnes HB
Ásleyg Súnadóttir og Elsa Splidt Jacobsen AB
Amanda Jensen EB/Streymur
Dania A. Olsen NSÍ/B68
Birna Tummasardóttir SKÁLA
Kelda: FSF |