Bárður Heinesen dagsins leikari - 05.07.2010

Tað bleiv málskjúttin Bárður Heinesen, sum streyk avstað við heitinum ''dagsins leikari'' í dystinum móti 07Vestur í tættari kapping við Jógvan Isaksen.

 

Sum vit skrivaðu undan dystinum, so hevði 07Vestur valt eitt sera óheppið tíðspunkt til oddadystin í 1.deild, tí um somu tíð var stórdystur í HM millum Týskland-Argentina. ÍF gjørdi sama feil fyri tveimum vikum síðani, tá einki fólk var  til dyst, men lærdi av tí hesu ferð og legði dystin á Varmakeldu, tá eingin HM fótbóltur var. Av hesu orðsøk vóru ikki nógvir KÍ fjepparar til hendan dystin í Sørvági og tað hevur viðført, at vit máttu ganga aðrar leiðir enn vanligt er, tá dagsins leikari skuldi veljast. Men vit hava nú ráðført okkum við fleiri álítandi persónar, sum vóru í Sørvági og hava tí fingið gott grundarlag fyri úrslitinum. Tað var ikki nakar greiður vinnari hesuferð og serliga um seinasta stigið vóru fleiri boð. Men málskjúttin Bárður Heinesen dróg longsta stráðið í tættari kapping við Jógvan Isaksen. 

 

Stigini móti 07Vestur vóru:

3 stig: Bárður Heinesen

2 stig: Jógvan Isaksen

1 stig: Sørmund Kalsø

 

Samanlagda støðan nú summarsteðgur er:

15 stig: Sørmund Kalsø

13 stig: Jógvan Isaksen

11 stig: Henry Heinesen

7 stig: Heri Klein Olsen

6 stig: Gunnar á Steig og Bárður Heinesen

5 stig: Tórður Lervig, Kristian Biskopstø Andreasen, Daniel Dam, Ivan Joensen og Ísak Simonsen.

4 stig: Steffan Kalsø og John Hammer

2 stig: Álvur Christiansen, Høgni Madsen og Niels Pauli B. Danielsen.

 

 

Mynd: Eyðbjørn Jacobsen

0 Viðmerkingar
HB VS.
2009-09-27
EB/Streymur VS. ÍF
2009-09-27
Víkingur VS. B36
2009-09-27
NSÍ VS. AB
2009-09-27
B68 VS. 07 Vestur
2009-09-27
Forritari Ragnar - Inrita
Brúkara navn:
Loyniorð: