Kvinnurnar steypavinnarar - 03.07.2010

KÍ-kvinnurnar hava í dag vunnið steypafinaluna í fótbólti. Móstøðuliðið var Skála, og bert eitt mál kom í finaluni.

KÍ hevði eisini lítla yvirvág í spælinum í fyrra hálvleiki. Meistararnir úr Klaksvík byrjaðu dystin betur, men fram móti hálvleikinum kom Skála meira inn í dystin.

Í seinna hálvleiki sat KÍ meira á spælinum, og tá 55 minuttir vóru spældir, skoraði Rannvá Andreasen við einum skoti nakað úti frá. Hetta gjørdist einasta málið í dystinum.

Skála kom ongantíð veruliga afturíaftur, og hóast KÍ hevði meira spæl, skaptu tær ikki stóru kjansirnar.

KÍ hevur harvið endurvunnið steypakappingina, eftir at tær í fjør noyddust at lúta fyri AB.

 

Tekstur. portal.fo

Mynd: Álvur Haraldsen

0 Viðmerkingar
HB VS.
2009-09-27
EB/Streymur VS. ÍF
2009-09-27
Víkingur VS. B36
2009-09-27
NSÍ VS. AB
2009-09-27
B68 VS. 07 Vestur
2009-09-27
Forritari Ragnar - Inrita
Brúkara navn:
Loyniorð: